Likud
Likud er ein konservativur politiskur flokkur í Ísrael, flokkurin er tann størsti mið-høgra flokkurin í landinum. Flokkurin varð stovnaður í 1973 av Menachem Begin og fleiri øðrum høgravendum og liberalum flokkum. Valsigurin hjá flokkinum í 1977 førdi við sær stóra broyting í ísraelskum politikki, av tí at tað var fyrstu ferð, at ein høgrasinnað stjórn kom til valdið og teir vinstrasinnaðu flokkarnir mistu valdið. Tað var fyrstu ferð í søgu Ísraels, at ein høgrasinnaður flokkur vann meirilutan av atkvøðunum. Eftir at hava stýrt landinum í nærum øll 1980-árini, tapti flokkurin valið í 1992. Á forsetavalinum 1996 vann Benjamin Netanyahu, ið var valevni hjá Likud. Hann skuldi so skipa stjórn eftir valið til Knesset í 1996. Eftir at flokkurin sigraði á valinum í 2003, var stór ósemja í flokkinum í 2005, tá ið formaðurin hjá Likud, Ariel Sharon fór úr flokkinum og stovnaði tann nýggja flokkin Kadima. Tað førdi til, at flokkin fór niður á eitt fjórðapláss á valinum í 2006. Eftir valið 2009 sá tað út til, at flokkurin hevði endurvunnið tað mesta av tí mista og skipaði stjórn við Benjamin Netanyahu sum forsætisráðharra. Á valinum í 2013 fekk flokkurin 20 sessir í Knesset, eftir at hann stillaði upp saman við Yisrael Beiteinu.
Ein limur í Likud verður ofta nevndur ein Likudnik.[1]
Keldur
rætta- ↑ "Likudnik". Milon Morfix. http://milon.morfix.co.il/Default.aspx?q=%D7%9C%D6%B4%D7%9B%D6%BC%D7%95%D6%BC%D7%93%D6%B0%D7%A0%D6%B4%D7%99%D7%A7. Heintað 25 April 2010.