Ligia oceanica (frøðiheiti - Ligia oceanica, føroyskt navn væntar, danskt havbænkebider), er størsta gráa undir steini í Føroyum. Ligia oceanica finst í fjøruni kring alt landið.[1]

Ligia oceanica

Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Rað: Arthropoda
Flokkur: Malacostraca
Hópur: {{{hópur}}}
Ætt: Ligia
Familja: Ligidae
Slag: Ligia oceanica

Ligia oceanica verður uml. 30 mm til longdar, hevur avlangt skapilsi, tvær ferðir so langt sum tað er breitt, og liturin kann vera frá gráum yvir í gulgrønt. Ligia oceanica heldur til í fjøruni, serliga í støðuhyljum, sprungum í klettum og undir steinum. Ligia oceanica er altátið náttardýr og etur nógv sløg av tara, algum, og ymsar leivdir, og hevur ein serligan matarlyst fyri bløðrutara (Fucus vesiculosus).

Ligia oceanica verður 2½–3 ár, og ynglar vanliga bert einaferð.

Keldur

rætta
  1. Janus Hansen og Jens-Kjeld Jensen, Distribution of Woodlice (Isopoda: Oniscoidea) in the Faroe Islands, Fróðskaparrit nr. 54 2006