Li Bai
Li Bai (701–762), eisini kendur sum Li Po, var ein kinesiskur yrkjari sum frá tíðini tá hann livdi líka til í dag verður sagdur at vera ein serstakur og romantiskur persónur, sum førdi siðbundna poetiska formin til nýggjar hæddir.
Hann og vinur hansara Du Fu (712–770) vóru teir mest framstandandi persónarnir í tí blómandi kinesiska skaldskapinum miðskeiðis í Tang-rríkinum, í tí tíðarskeiðnum, sum ofta verður nevnt "Gulløldin í Kina".
Umleið túsund yrkingar, ið Li Bai sigst hava yrkt eru varveittar, av teimum eru 34 í kanon-skriftasavninum frá 18. øld Trýhundrað Tang yrkingar. Søgninsigur, at hann druknaði, tá ið hann lenaði seg úr sínum báti fyri at fevna spegilsmyndina av mánanum í ánni, men datt útí og druknaði.