Lech Aleksander Kaczyński (f. 18. juni 194910. apríl 2010) var ein umstrýddur persónur í polskum politikki. Hann arbeiddi fyri høgravendum katólskum politikki, sum eitt nú snúði seg um, at vera ímóti at umbyggja frælsa marknaðin ov skjótt aftaná og undir kreppuni, eins og hann vildi varðveita vælferarskipanina í Póllandi. Polski forsetin, Lech Kaczynski, kona hansara og fleiri leiðandi politikarar í stjórn hansara, doyðu um sjey tíðina 10. apríl í eini flogvanlukku. 87 fólk vóru umborð á flogfarinum, sum rendi inn í toppin á nøkrum trøum, datt niður og brotnaði.

Lech Kaczyński, 2008.

Umframt forsetan, vóru eitt nú pólski herovastin, miðbankastjórin, varauttanríkisráðharrin, fleiri tinglimir og leiðandi søgufrøðingar við í flogfarinum. Forsetin og fylgi hansara vóru ávegis til Russland, fyri at minnast hópmorðið, ið sovjettiski herurin framdi uttanfyri pólska býin Katyn. Russsiskir myndugleikar vilja vera við, at tað var flogskiparin, sum var orsøkin til vanlukkuna. Hann hevði fingið boð um, at lenda í Minsk, men avgjørdi kortini av fara til Smolensk. Íalt hava 132 fólk latið lív í flogvanlukkuni. Vanlukkan hendi tá flogfari skuldi seta seg á flogvøllinum í Smolensk, sum liggur í vestara partinum av Russlandi.


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið