Lasse Klein
Lasse Klein (f. 8. oktober 1950 í Klaksvík) er fyrrverandi politikari fyri Sjálvstýrisflokkin.
Lasse Klein | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 8. okt 1950 í/á Klaksvík |
Starv | politikari, bókhaldari |
Politiskur flokkur | Nýtt Sjálvstýri, Kristiligi Fólkaflokkurin |
Heimasíða | http://lasse.meklarin.fo/main/default.asp |
Dátuheiti |
Hann hevði Handislsskúlaútbúgving í Bretlandi í 1973, og starvaðist hann sum skrivari hjá Føroya Kommunufelag 1973-1978, sum blaðstjóri á Oyggjatíðindum 1973-1978, og sum bókhaldari síðan 1978.
Lasse Klein sat í býráðnum í Runavíkar kommunu árini 1984-1985, til hann varð landsstýrismaður. Hann var landsstýrismaður í mentanar-, samskiftis- og samferðslumálum árini 1985-1989 umboðandi Sjálvstýrisflokkin. Hann var valdur á Løgting 1988-1998.
. Hann var løgtingsformaður 1993-1994.
Hann sat í nevndini fyri Landskúlaráðnum árini 1980-1985.
Keldur
rætta- Løgtingið 150 – Hátíðarrit, bind 2 (2002), s. 311. (PDF Archived 2006-09-27 at the Wayback Machine)