Lars Christian Olsen (føddur 2. februar 1961 í Glostrup, Danmark) er fyrrverandi landsliðsleikari og landsliðsvenjari hjá Føroyum síðan november 2011.[1] Lars leikti 84 A-landsdystir fyri Danmark og skoraði 4 mál í tíðarskeiðnum 1986-1996. Lars hevur leikt við donsku fótbóltsfeløgunum Køge og Brøndby, og við turkiska Trabzonspor, við belgiska R.F.C. Seraing og sveisiska FC Basel. Við Brøndby vann hann danska meistaraheitið fleiri ferðir, og í 1988 vann hann heiðurin Ársins spælari. Hann hevur verið venjari og hjálparvenjari hjá fleiri ymiskum liðum hjá Brøndby, venjari hjá Randers FC, sum hann tvær ferðir flutti upp við frá 1. deild til Superligaina. Seinnu ferðina vann hann heiðurin Ársins Venjari 2006.

Lars Christian Olsen, 2013

Keldur

rætta
  1. "Sportal.fo, Lars Olsen føroyskur landsliðsvenjari". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-11-10. https://web.archive.org/web/20111110114121/http://sportal.fo/grein/lars_olsen_foroyskur_landslidsvenjari. Heintað 2011-11-09. 

Útvortis ávísingar

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið