Landslæknin er ein danskur stovnur í Havn. Verandi landslækni er Høgni Debes Joensen, sum hevur verið landslækni síðan desember 1979. Áðrenn tað var pápi Høgna landslækni, tað var Hanus Debes Joensen, sum var landslækni í 30 ár frá 1949 til 1979.[1] Áðrenn tað varð stovnurin og embætisheitið nevnt Amtslæknin. Landslæknin hoyrir undir Indenrigs- og Sundhedsministeriet, fakliga hoyrir Landslæknin undir danska Heilsustýrið (Sundhedsstyrelsen). Landslæknin er ein embætislæknastovnur. Landslæknin førir eftirlit við autoriseraðum heilsustarvsfólkum í Føroyum. Landslæknin virkar eisini sum ráðgevi hjá føroyskum og donskum myndugleikum um heilsu viðurskifti í Føroyum. Tá deyðsvanlukkur henda í Føroyum, er tað landslæknin, sum hjálpir løgregluni við at gera rættarliga líkskoðan, fyri at staðfesta deyðsorsøkina. Landslæknin førir ymisk heilsuhagtøl, sum verða almannkunngjørd í árligu ársfrágreiðingini.

Heilsulýsing Landslæknans - Sundhedsberetning for Færøerne

rætta

Einaferð um árið, oftast um heystið, gevur Landslæknin út eina ársfrágreiðing, eina heilsulýsing, sum lýsir heilsustøðuna hjá føroyingum og føroyska heilsuverkið. Heilsulýsingin var tey fyrstu mongu árini skrivað á donskum og bar heitið Sundhedsberetning for Færøerne (fyrr: Medicinalberetning for Færøerne), men í 2011 kom heilsulýsingin út á føroyskum.[2] Í ársfrágreiðingini eru heilsuhagtøl av ymiskum slag, t.d. um deyðsorsøkir hjá føroyingum, um smittandi sjúkur í Føroyum, burðarhagtøl, hagtøl um deyðsvanlukkur, um talið á fosturtøkum í Føroyum og mangt annað.

Landslæknahúsið

rætta

Stovnurin heldur til í Landslæknahúsinum á Sigmundargøtu í Havn. Fyrr var bygningurin eisini embætisbústaður hjá landslæknanum og húskið hansara, men nú eru aðrir føroyskir stovnar eisini har og húsið verður ikki brúkt til bústað longur. Ein føroyskur stovnur sum heldur til í húsinum er Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu við Pál Weihe, lækna og granskara og fleiri øðrum skrivstovufólkum og granskarum.

Keldur

rætta
  1. "Landslaeknin.fo, Umsiting". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-03-06. https://web.archive.org/web/20160306230207/http://www.landslaeknin.fo/Landslaegeembedet/Administration.aspx. Heintað 2011-10-31. 
  2. "Heilsulýsing Landslæknans". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-03-06. https://web.archive.org/web/20160306144731/http://landslaeknin.fo/Publikationer/Medicinalberetninger.aspx. Heintað 2013-06-25. 

Útvortis ávísingar

rætta