Landsfelagið fyri fólk við autismu
Landsfelagið fyri fólk við autismu, vanliga stytt LFA, er eitt av feløgunum í MBF. LFA er eisini limur í danska felagnum, Landsforeningen Autisme. Endamál felagsins er at stuðla teimum, ið hava autismu, og teirra avvarðandi, og at upplýsa um brekið autismu. Adressa felagsins er hjá formanninum, sí heimasíðuna hjá LFA ella Landsforeningen Autisme.