Lútur
Ein lútur er eitt mýl ella ein ion, ið kann upptaka eina hydron sambært definisjónini hjá Brønsteds. Ein vatn-upploysn av lúti hevur eitt pH-virði á millum 7 og 14.
Dømi um lútir
rættaSterkir lútir
rætta- NaOH (Natriumhydroxid) er ein sterkur lútir, ið er bygt upp av jónunum Na+ og OH-. Natriumhydroxid verðu eitt nú brúkt til at reinsa stoppaði frárensl, framleiða sápu og til at avsýra træ. Natriumhydroxid hevur fleiri ymisk handilsnøvn sum t.d. kaustisk soda, etsinatron, natronlútur og flótandi frárenslureins.
- KOH (Kaliumhydroxid) er eisini ein sterkur lútur og verður eitt nú brúktur til framleiðslu av sápu.
Veikir lútir
rætta- NH3 (ammoniak) er ein veikur lútur, sum m.a. verður brúktur sum gødning í landbúnaðinum, ella í húsarhaldum í blómuhavum.
- Syreresteinar av sterkum sýrum og veikum lútum, t.d. svávulsýrlingur sýrurest SO32-
- Syreresteinar av veikum sýrum eru veikir lútir, t.d. sýrurestin av eddikasýru CH3COO-
- Purinirnar adenin og guanin og pyrimidinirnar, cytocin, thymidin og uracil verða nevnd nukleolútir, orsakað av at tað er tilstaðar í nukleinsýrum.
Eginleikar
rættaNakrir av vanligu eginleikunum hjá lúti:
- Slímut ella sápu kensla á fingrunum, orsakað av saponifisering av feittinum á menniskjahúð.
- Konsentreraðir ella sterkir lútir eru kaustiskir á organiskt evni og reagera kraftigt við sýru.
- Lútur litar reytt lakmuspappír blátt.
- pH virði av einari upploysn, sum er lútur, er hægri enn 7.
- Lútir hava ein beiskan smakk