Lúsakrabbi
Lúsakrabbi (Hyas araneus) livir á størri dýpi enn vanligi fjørukrabbin. Lúsakrabbi hylur seg við at pynta seg við tara. Hann tekur leys tara petti við bitklónum og setur tey upp á skelina. Á skelini eru smáar bustir við króki á, sum halda tarapettunum føstum. Tarin fer at vaksa og festir seg. Lúsakrabbi heldur til, har nógvur krossfiskur er.
Vilt tú vita kynið á krabba, skalt tú hyggja undir afturkroppin á honum. Er halin spískur, er tað eitt kalldýr. Er hann rundur, er tað eitt kvenndýr. Munurin kemst av, at honin ber eggini undir halanum. Breiðari halin er, jú fleiri egg fær hon bori.