Løgtingsvalið 1950
Løgtingsvalið 1950 til Føroya Løgting varð hildið mikudagin hin 8. november 1950, fýra ár eftir seinasta valið, ið varð hildið hin 8. november 1946.
Úrslit
rættaFólkaflokkurin hevði eina stóra afturgongd og fekk 32,3 prosent av atkvøðunum. munandi minni enn á løgtingsvalinum í 1946, tá flokkurin fekk 40,9 prosent. Men Fólkaflokkurin var framhaldandi størsti flokkur. Og Sambandsflokkurin var framhaldandi næststørsti flokkur. Tjóðveldisflokkurin stillaði upp til løgtingsvalið fyri fyrstu ferð og fekk næstan 10 prosent av atkvøðunum.
Talið av løgtingslimum varð hækkað frá 20 til 25.
Flokkur | Atkvøður | Prosent | Tinglimir | |||
---|---|---|---|---|---|---|
1950 | +/- | 1950 | +/- | 1950 | +/- | |
A - Fólkaflokkurin | 3.750 | -1646 | 32,3 | -8,6 | 8 | 0 |
B - Sambandsflokkurin | 3.170 | -613 | 27,3 | -1,4 | 7 | +1 |
C - Javnaðarflokkurin | 2.605 | -1100a) | 22,4 | -5,7a) | 6 | +2a) |
E - Tjóðveldisflokkurin | 1.145 | +1.145 | 9,8 | +9,8 | 2 | +2 |
D - Sjálvstýrisflokkurin | 957 | a) | 8,2 | a) | 2 | a) |
U - Uttanflokka | - | -302 | - | -2,3 | - | 0 |
Tilsamans | 11.627 | 100 | 25 | +5 |
a)Valevni fyri Javnaðarflokkin og Sjálvstýrisflokkin stillaðu upp í 1946 á felags lista.
Ávísingar úteftir
rætta- Løgtingsval skift á valdømi og flokkar (1906-2004) Archived 2020-10-24 at the Wayback Machine, hagstova.fo
Keldur
rætta- Atkvøður: Løgtingsval skift á valdømi og flokkar (1946-1954)[deyð leinkja], statbank.hagstova.fo
- Tinglimir: "Parties and Elections in Europe". 2013-12-27. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-12-27. http://archive.today/RIn15.