Læsesal Vest
Læsesal Vest ella granskingarlesistovan á Kongliga Bókasavninum (danskt: Det Kongelige Bibliotek) er partur av Danska Tjóðbókasavninum (danskt: Danmarks Nationalbibliotek), sum heldur til í Den Sorte Diamant á Slotsholmen í Keypmannahavn, Danmark. Lesistovan er frá tíðini, tá Fríðrikur III kongur stovnaði Kongliga Bókasavnið, og hevur hildið til ymsastaðni.
Endamálið við lesistovuni er
rætta- at gera tað gjørligt at granska tilfar, ið bert kann nýtast á lesistovuni
- at veita brúkarum atgongd til eitt stórt handbókasavn
- at veita brúkarum fast granskingarpláss
Lesistovan er ætlað
rætta- lærda háskúlanum í Keypmannahavn
- granskarum innan- og uttanlands
- øðrum, ið leita sær vitan á hægri støði
Handbókasavnið á lesistovuni er í tveimum hæddum og telur um 65.000 bind. Tað fevnir um fleiri yrkisgreinir hjá Kongliga Bókasavninum, tó serliga hugvísindi og gudfrøði.