Kuupik Kleist
Jakob Edvard Kuupik Kleist (føddur 31. mars 1958 í Qullissat í Grønlandi) er ein grønlendskur politikari, fyrrverandi landsstýrisformaður Grønlands, sangari og sosionomur. Hann tók prógv sum sosionomur á Roskilde Universitet Center í Roskilde í 1983. Hann var stjóri á uttanlandsdeildini hjá grønlendska heimastýrinum frá 1996 til 1999. Frá 1995 til 1997 var hann stjóri fyri Inuit Circumpolar Conference (ICC). Frá 1999 hevur hann verið nevndarformaður í Tele Greenland A/S. Hann er eisini nevndarformaður í grønlendska plátufelagnum ULO.
Politisk lívsleið
rættaFrá 1991 til 1995 var hann landsstýrismaður við ábyrgd av samferðslu og almennari bygging. Frá 1995 til 1996 var hann landstingslimur. Frá 2000 til 2001 var Kuupik Kleist skrivari hjá grønlendsku sjálvstýrisnevndini. Hann var fólkatingslimur, umboðandi Inuit Ataqatigiit og Grønland frá 2001 til 2007. Frá 12. juni 2009 til 26. mars 2013 var hann landsstýrisformaður í Grønlandi. Hann var formaður fyri Inuit Ataqatigiit frá 2007 til mai 2014, tá hann legði frá sær og Sara Olsvig tók við sum nýggj forkvinna.[1]
Keldur
rætta