Kurt Westergaard (føddur 13. juli 1935 í Døstrup í Suðurjyllandi, deyður 14. juli 2021 í Keypmannahavn) var danskur teknari.[1]

Kurt Westergaard í 2015

Frá 1983 til 2010 var hann keiputeknari fyri danska blaðið Jyllands-Posten. Hann bleiv víðagitin, tá hann í 2005 teknaði islamska profetin Muhammed í Jyllands-Posten.[2] Tekningarnar førdu til Muhammedkreppuna, sum er ein av teimum álvarsligastu uttanríkispolitisku kreppum, sum Danmark hevur verið í.[3]

Ávísingar úteftir rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur rætta

  1. Muhammedtegneren Kurt Westergaard er død, berlingske.dk, 18. juli 2021
  2. Muhamedteknarin deyður, kvf.fo, 19.07.2021
  3. Kurt Westergaard deyður 86 ára gamal, in.fo, 18. juli.2021