Kungälv er ein býur í Västra Götaland í Kungälvs kommunu í Svøríki. Býurin var norskur til mitt í 17. øld. Í býnum búgva umleið 22 768 fólk.[1] Í Kungälv kommunu búgva umleið 39.000 fólk.

Kungälv

Býurin lá upprunaliga 3 km longri vesturi við ánna Nordre älv, og nevndist tá Kongahälla. Tað elsta kenda skjalið, ið nevnir navnið Kungahälla er skrivað av tí enska munkinum og søguskrivaranum Ordericus Vitalis mitt í 1130-talinum, tá ið hann nevnir býin og nevnir hann Coneghella í einum yvirliti yvir norskir býir. Býurin verður eisini nevndur í Roskildekrønikuni, ið er frá nøkulunda somu tíð, og har verður býurin nevndur sum Cunnunchelde[2]. Navnið kemur enntá fyri í íslendum bókmentum eitt nú í Njáls saga ið er frá seinast í 13. øld og frá Heimskringlu, ið er skrivað umleið ár 1230[3], har ið tær fyrstu hendingarnar fara fram longu í 960-árunum.[4] Tó kunnu fornaldarútgrevstir ikki vátta, at fólk hava búð í Kungälv longu í 960, men tey kunnu staðfesta, at fólk hava búð har frá 1100-talinum,[5], og hendingarnar ið tær íslendsku saga'irnar siga frá um stórheitstíðina hjá Kongahälla í Víkingaøldini, verða nú mettar at vera av bókmentaligum slag heldur enn søguligum.[6]

Keldur

rætta
  1. Tätorter 2010
  2. fynd: tidskrift för Göteborgs arkeologiska museum och Fornminnesföreningen i Göteborg, [2/87], red. Stina Andersson, Stefan Kihlberg, Görgen Månsson, Sören Nancke-Krogh, Göteborg 1987 ISSN 0282-7301, s. 7, 39
  3. Nationalencykopedin multimedia plus, 2000
  4. Ortnamnen i Göteborgs och Bohus län V : Ortnamnen i Inlands södra härad jämte Kungälvs och Marstrands städer, red. Hjalmar Lindroth, Institutet för ortnamns- och dialektforskning vid Göteborgs Högskola, Göteborg 1939, s. 111f
  5. Nationalencyklopedin multimedia plus, 2000
  6. Bók: Gunnar Carlquist - ár 1933 - heitið Svensk uppslagsbok. Bd. 16, útgivið í Malmö av Svensk Uppslagsbok AB, síða 320

Slóðir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


  Hendan greinin um Svøríki er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana