Krim hálvoyggin
Krim hálvoyggin (ukrainskt: Кримський півострів) er partur av Ukraina í Eysturevropa, men hevur eina serstøðu sum sjálvstýrandi. Meginparturin av íbúgvunum eru russisk ella ynskja tættari tilknýti til Russland heldur enn ES; á Krim hálvoynni búgva heili 59 % russar [2]. Krim hálvoyggin gjørdist ikki partur av Ukraina fyrr enn í 1954. Krim hevði verið eitt tjóðveldi í Sovjetsamveldinum, men bleiv tá til ein landslut í Ukraina.
Sunnan fyri fjøllini á hálvoynni Krim er sera lýtt og nóg mikið av avfalli. Har vaksa t.d. víntrø og olivintrø, tubbak og suðrønir vøkstrir. Við strendurnar stendur hópur av gistihúsum og ferðamannaheimum at taka ímóti øllum teimum mongu ferðafólkum úr t.d. Russlandi, sum her koma at hvíla seg í summarfritíðini. Tað búgva umleið 2,4 milliónir fólk á Krim.
Søga
rættaFornu grikkar settu býir á stovn har longu fyri Krist. Bisantiska ríkið var har, so komu muslimar - tatarar og turkar. Russland vann Krim frá gamla turkiska stórveldinum í 1783 [3]. Tá komu russar fyrst hagar. Í sovjettíðini var Krim upprunaliga ein partur av russiska lýðveldinum. Men í 1954 valdi táverandi leiðari í Sovjet, Nikita Hrustjøv, ið sjálvur varð ættaður úr Ukraina, at lata Ukraina fáa hálvoynna. Í gamla Sovjet høvdu mørkini millum tey ymsu lýðveldini bara symbolskan týdning, vóru ofta tilvildarlig og endirspeglaðu ikki ta etnisku myndina. Hetta gav bakkast seinni, tá ið Sovjetsamveldið datt sundur. Russarar eru ein meiriluti av umleið tveimum milliónum íbúgvum í Krim. Nógv teirra kendu seg svikin, tá ið nýggja Russland við Boris Jeltsin á odda góðkendi markið hjá Sovjet-Ukraina sum markið hjá ukrainska fullveldisríkinum.
Russiska innrásin
rættaRussland gjørdi innrás í Krim 26. februar 2014 [4]. Tann spenta støðan í Ukraina, serliga í hálvoynni Krim við Svartahavið og hernaðarliga uppíblandingin av Russlandi fær m.a. ES [5], USA [6], Avstralia [7], Kanada [8], Norra [9], v.fl. at umhugsa síni framtíðarviðurskifti við Russland, ikki minst á handilsøkinum. NATO stuðla eisini stjórnina í Ukreina og biður Russland um at halda altjóða avtalur og NATO biður eisini báðar partar um at finna eina friðarliga loysn á trupulleikunum í Ukraina [10]. Støðan á Krim hálvoynni er sera kritisk í mars 2014, eftir at russiskar deildir eru streymaðar inn um markið í tí ukrainskir myndugleikar kalla eina krígsavbjóðing [11].
Kelduávísingar
rætta- ↑ http://www.bloomberg.com/news/2014-02-28/creeping-russia-takeover-in-crimea-seen-more-likely-than-assault.html
- ↑ http://www.bloomberg.com/news/2014-03-02/ukraine-taps-army-reserves-as-russia-s-crimea-grab-sparks-outcry.html
- ↑ http://www.jamestown.org/uploads/media/Crimean_Tatar_-_complete_report_01.pdf
- ↑ http://www.npr.org/blogs/thetwo-way/2014/03/04/285653335/putin-says-those-arent-russian-forces-in-crimea
- ↑ http://www.aftenposten.no/nyheter/uriks/Her-er-EUs-sanksjoner-mot-Russland-7493352.html#.UxkGzuddXv0
- ↑ "Archive copy". http://www.dn.no/forsiden/utenriks/article2776289.ece. Heintað 2014-03-06.
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-06-01. https://web.archive.org/web/20150601000003/http://www.theland.com.au/news/agriculture/general/news/sanctions-will-harm-exports-russia-warns/2690553.aspx. Heintað 2014-03-06.
- ↑ http://globalnews.ca/news/1185600/ukraine-crisis-russians-fire-warning-shots-in-crimea/
- ↑ http://www.bt.no/nyheter/utenriks/Norske-sanksjoner-mot-Ukraina-3064854.html[deyð leinkja]
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-03-07. https://web.archive.org/web/20140307113928/http://euronews.com/2014/03/06/nato-ukraine-discuss-grave-european-security-threat/. Heintað 2014-03-06.
- ↑ http://www.bt.no/utenriks/--Dette-er-en-reell-krigs-Aerklaring-mot-mitt-land-3070578.html[deyð leinkja]