Korngás (frøðiheiti - Anser albifrons) líkist nógv grágásini, men er heldur dimmari og brúnligari. Nevið er svart inni við høvdið, ytri er tað gult, ytst í endanum svart. Føturnir eru gulir. Veingirnir eru langir, og hon hevur kimiligari og snotiligari vakstrarlag enn aðrar villgæs. Eisini hon livir mest av grasi og heldur seg á víðopnum fløtum, so tað er ógjørligt at koma henni í skotmála. Tá ið hon flýgur millum lond, skipar hon seg á sama hátt sum grágásin.[1]

Korngás


Støða

Minst stúrin
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Aves
Hópur: Anseriformes
Ætt: Anatidae
Slekt: Anser
Slag: A. albifrons
Anser albifrons
Anser albifrons

Sí eisini

rætta
  1. Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.


 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið