Kongsjørð
Kongsjørð ella kongs er jørð, ið er almenn ogn. Tað er fyri tað mesta jørð, ið kirkjan átti í katólskari tíð, sum við trúbótini verður løgd undir kong. Kongsjørð er um alt landið, men misjavnt er, hvussu stórur partur er ogn og hvussu stórur partur er kongs. Eitt nú er mest sum øll jørð kongs í Suðurstreymoy og Suðureysturoy, meðan lítið er av kongsjørð norðast i Eysturoynni. Ein kongsbóndi leigar kongsjørðina frá almennu myndugleikunum, vanliga ein hagapart uttangarðs við tilhoyrandi bø innangarðs, og slíkt leigumál verður kallað eitt festi. Vanliga hevur festið gingið í arv frá faðir til elsta son, men seinnu árini er eisini vanligt, at døtur ella yngri synir festa, og um onki av børnunum hevur áhuga at festa, kann festarin siga festið frá sær. Kongsið, sum kongsjørðin eisini verður kallað, verður í dag umsitin av Búnaðarstovuni.
Jørð, ið ikki er kongs, verður kallað óðalsjørð.