Kongadagur
Kongadagur er 11. februar. Hesa náttina í 1659 søktu svensk herlið at Keypmannahavn, men atsóknin miseydnaðist. Navnið kongadagur sipar til kongarnar, sum stóðu á odda í stríðnum, danska Fríðrik III og svenska Karl X Gustav. Ringasta árstíðin til veður sigst vera millum konganna, tað er frá trettanda (á donskum: hellig tre konger/teir tríggir heilagu kongarnir) og til kongadagin.