Kommuna
Ein kommuna er ein eind, sum stýrir einum øki í einum landi. Eitt býráð ella bygdarráð stýrir kommununi. Flestu kommunur hava eina umsiting, sum tekur sær av tí fyrisitingarliga, sum t.d. at taka sær av rokningum, at taka ímóti boðum ella klagum frá borgarunum t.d. um teknisk mál, at gera mál klár til býráðið at taka støðu til. Heilt smáar kommununur hava ofta onga umsiting, tær hava tó sum oftast avtalu við ein lokalan bókhaldara. Málið hjá kommunum er at skapa best møguligar umstøður hjá fólki. Í 2009 vóru 30 kommunur í Føroyum til samans. Áðrenn tað var talið umleið 50.
Kommunal viðurskifti
rættaÍ okkara samfelag er nógv ymiskt kommunalt. Kommunan hevur nógvar ymiskar uppgávur innanfyri tað sosiala, tað er: at byggja og reka skúlan og frítíðarundirvísing, at umsita barnaforsorgarlógina, at útvega bústað, viðtaluhøli og tól til kommunulæknar. Eisini skal kommunan gjalda fyri heilsu-, heima- og skúlasjúkrasystir, skúlalækna og skúlabarnatannarøktina. Kommunan syrgir eisini fyri at veita tænastur sum: at byggja bygdavegir, gøtuljós, vatnverk, ungdómshús, barnagarð, syrgja fyri kirkjugarði, ruskburturbeining, kloakk og byggja ítróttarhøll og ítróttarvøll o.s.fr.
Kommunalar nevndir
rættaTað er ymiskt hvussu nógvar og hvørjar nevndir, ið kommunur hava. Tær minstu kommunurnar í Føroyum, sum hava færri enn 500 íbúgvar, hava ofta als onga nevnd, har eru tað bygdarráðini ið taka sær av øllum málum. Í størri kommunum eru fleiri nevndir, sum eru mannaðar av 3-4 býráðslimum. Sum dømi kann nevnast, at Tórshavnar Býráð í 2008-2012 hevði sjey nevndir: Fíggjarnevndin, Byggi- og býarskipanarnevndin, Mentamálanevndin, Sosiala Nevndin, Havnarnevndin, Heilsu- og Umhvørvisnevndin og Tekniska Nevndin. Tær størri kommunurnar hava ofta staðbundnar nevndir fyri bygdir ella oyggjar, sum ofta hava verið sjálvstøðugar kommunur fyrr, men nú eru lagdar saman við tí størri kommununi.
Kommunan fíggjarliga
rættaHøvuðsinntøkan hjá kommununi er skattur frá borgarunum, sum búgva í kommununi. Skattaprosentið hjá kommununum í Føroyum liggur umleið 20. Størra partin av inntøkuni koma tó frá kommunuskatti, og allir borgarar gjalda sama prosent í kommunuskatti. Hóast kommunur fáa nógv skattapening, kosta allar uppgávurnar nógv. Nógv av útreiðslunum eru fíggjaðar við lántøku, sum skal gjaldast aftur. Tá ið rentur og avdráttur á lánum eru, tyngir tað nógv raksturin hjá nógvum kommunum í dag.
Feløg sum arbeiða við kommunalum viðurskiftum
rættaFøroya Kommunufelag (FKF): varð stovnað í 1968. Í felagnum eru 45 kommunur. Mál, sum felagið arbeiðir við, er alt, sum hevur við kommunal viðurskifti at gera. IRF: IRF er ein interkommunalur renovasjónsfelagskapur. IRF tekur sær av nátturu- og umhvørvisvernd. T.v.s. beina rusk, tøma rottangar, reinsa kloakkir o.s.fr. Allar kommunur í Føroyum eru limir í IRF, uttan Tórshavnar Kommuna. Kommunusamskipan Føroya (KSF): 7 kommunur eru limir í KSF. KSF skipar fyri mál sum er beinleiðis viðkomandi fyri borgaran. Dømir: gera lógarsmíð og lógartulking, uppskot til mannagongdir og skipanir, førleikamenning v.m. SEV: SEV tekur sær av elgerð og letur streym til brúkarar í Føroyum. Allar kommunur í Føroyum eru limir.
Keldur
rætta- Petur Ove Petersen, Tú og samfelagið 1 (1996)
- Logting.fo
- Kommunusamskipan Føroya