Tíðarfesting
| ||||||||||||||||||||||||||||||||
|
Tíðarfesting kann vera dagfesting, klokkutíð ella bæði.
Dagfesting
rættaÁ føroyskum skriva vit oftast dagfesting í raðfylgjuni dagur, mánaður og ár eins og í flestu londum í Vesturevropa. Hetta kann gerast upp á nógvar ymiskar mátar við tølum og teknum og við at skriva navnið á mánaðinum ella nummarið.[1][2] Lutfalsliga nýggja siðvenjan at skriva 0 framman fyri 1-siffraðar dagar og mánaðir er ikki røtt sambært Dansk Sprognævn;[3] men hetta er blivið so vanligt, at tvey dømi við hesum eru víst í listanum til høgru.
Til ber eisini at skriva í raðfylgjuni ár, mánaður og dagur, og tá eigur hetta at vera við 4-siffraðum ári og 2-siffraðum mánaði og degi við bindistriku ímillum, aaaa-mm-dd, ella uttan tekn ímillum,[3] sí stykkið um ISO 8601.
Aðrar raðfylgjur, sum t.d. tann amerikanska við mánaði, degi og ári, eiga ikki at verða brúktar.
Klokkutíð
rættaTil ber at býta døgnið upp í 24 tímar ella 2 ferðir 12 tímar. Tað fyrra verður mest brúkt á skrift og í formellum máli; tað seinna mest í talumáli og óformellum máli.
Gerandisdagar eru tíðindini í Útvarpinum tíggju minuttir í hálvgum eitt (um middagsleiti). Fyrr bleiv hetta ofta skrivað 1220, í dag er standardurin sambært Dansk Sprognævn 12.20 og sambært Dansk Standard og ISO 12:20.
Tá vit lesa klokkutíð, sum er skrivað formelt eftir 24 tíma klokku, gera vit sjálvi av, um vit gera hana um til 12 tíma klokku. 19:10 kann verða lisið "nítjan tíggju", "tíggju minuttir yvir sjey" ella, um neyðugt, " tíggju minuttir yvir sjey á kvøldi".
Illa ber til at brúka óformelt mál um klokkutíð við bæði tímum, minuttum og sekundum. 19:10:25 verður vanliga lisið "nítjan tíggju fimm og tjúgu".
ISO 8601
rættaEftir millumtjóða standardinum ISO 8601 verða størri eindir altíð skrivaðar áðrenn smærri, og sum útgangsstøði verður dato skrivaður aaaa-mm-dd og klokkutíð hh:mm:ss. Dato og klokkutíð verða skild við T. Eftir klokkutíðina eigur tíðarsona at verða upplýst, uttan so, at misskiljing er útilokað.