Klippfisk (skúli)

filmsverkstova og ráðgeving

Klippfisk er film- og videoverkstaður í Havn, stovnaður av Jákupi Veyhe og Jan Berg Jørgensen í 2005. Klippfisk var stovnað fyri at virka fyri m.a. at fáa films- og videoumstøður til vega og at virka fyri at reka ein filmsverkstað. Frá byrjan av hevur Tórshavnar kommuna stuðlað virkseminum við árligum rakstrarstuðli til at keypa útgerð, hýst virkseminum o.a.[1] Klippfisk skipar hvørt ár fyri filmsskúlanum Nóllywood í Nólsoy, ið er fyri ung millum 14 og 18 ár.

Endamál rætta

Endamálið hjá Klippfisk er at virka fyri framhaldandi menning av einum filmsvakstrarumhvørvi fyri filmsspírar. Klippfisk lænir eisini filmsútgerð, høli til filmsklipping og veitir ráðgeving.[2]

Sí eisini rætta

Keldur rætta

Slóðir úteftir rætta