Klassiskur tónleikur

Klassiskur tónleikur rúmar klárleika, smidligheit og gjøgnumskygni. Hesin tónleikur bøtir um bindindi, minni og rúmligu kensluna.

Franz Joseph Haydn (1732-1809) , uml. 1770.

Gransking

rætta

Kanningar hava víst, at klassiskur tónleikur hevur stóra ávirkan á intellektið og kreativu menningina hjá nýføðingum. Tónleikurin ger, at nýføðingarnir lættari kunnu tillaga natúrligu rytmuna í kroppinum; hann minkar um strongd og økir um auditiva og kensluliga intelligensin. Sagt verður, at vit bara brúka ein brotpart av kapasitetinum hjá heilanum. Tónleikur spælir ein avgerandi leiklut, tá ið innlæring verður til spæl, tí hann stimbrar høgru heilahálvu, og vit fáa ein størri part av okkara uppmerksemi og heilakapasiteti at ráða yvir. Og so verður tað stuttligt at læra nakað nýtt. [1]

Klassiskur tónleikur kann:

  • vaksa um kreativitetin
  • menna minnið og innlæring
  • minka um óhugnalig ljóð og kenslur
  • seta heilabylgjuferðina niður
  • ávirka andadráttin
  • ávirka hjartaslátt, puls, blóðtrýst og kropshita
  • minka um vøddaspenningar og bøta um rørslur og vøddasamspæl - koordinatión
  • hækka støðið á tí natúrliga morfininum kroppurin hevur, nevniliga endofin
  • stýra teim hormonum, ið hava við strongd at gera
  • styrkja immunverjuna
  • broyta tíðar- og rúmfatanina
  • menna ástarkensluna og seksualitetin
  • bøta um sodningina
  • vaksa um úthaldnið
  • geva eina kenslu av tryggleika og vælveru
  • bøta um ótilvitaðu evni okkara at fata tekn og symbolir
  • fáa okkum at gera meira (vaksa um produktivitetin)

Kend fólk

rætta

Keldulisti

rætta
  1. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-09-08. https://web.archive.org/web/20120908200014/http://www.studynow.com/braintune/. Heintað 2012-09-04. 
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið