Kjak:Kópavogur

Latest comment: 10 ár síðan by EileenSanda in topic Kópavágur?

Kópavágur?

rætta

Áttu vit ikki at nýtt føroyska heitið Kópavágur ístaðinfyri íslendska Kópavogur? vá- > vo- er so mikið regluligt íslendskt ljóðskifti, at tað átti ikki at elvt til trupulleikar. Mulder1982 (talk) 2. feb 2014 kl. 02:01 (UTC)Reply

Eg haldi ikki, at síðan skal flytast til Kópavágur. Tað eru 22 síður sum slóða til hesa, og eg havi kannað eftir, um onnur norðurlendsk mál nevna býin Kópavåg ella okkurt sovorði, men tað gera tey ikki. Mær dámar betri at brúka tað upprunaliga íslendska heitið. Á íslendsku Wikipediu verður t.d. Vágur í Føroyum heldur ikki týtt til Vogur, greinin eitur bara Vágur. Men eg veit ikki, eri tó ikki 100% vís í, at heitið skal vera Kópavogur. Er orðið Kópavágur sera kent millum føroyingar? Hava nógvir føroyingar arbeitt har fyrr? EileenSanda (talk) 27. mar 2014 kl. 01:12 (UTC)Reply
Return to "Kópavogur" page.