Kjak:Hav

Latest comment: 12 ár síðan by EileenSanda

Eitur nakað Mariandjúpálur á føroyskum? Tað stendur í hesi greinini um djúpasta havið, men eg haldi ikki, at tað ljóðar føroyskt, tað gevur ikki meining í mínari verð. Hvat er djúpálur fyri nakað? Eg dugi tó ikki at finna nakað føroyskt orð. Á enskum eitur tað Mariana Trench, á donskum og svenskum Marianergraven. Mariannugrøvin? Mariannuveitin? Eg veit ikki, hvussu slíkar "grøvir" eita sum eru niðri á havsins botni, tað svarar væl til gjáir (gjógv) á landi, ella hvat? Er nakar sum veit, hvussu heimsins djúpasta hav eitur á føroyskum? Og eg meini ikki við sjálvt Kyrrahavið, men tann partin sum á enskum eitur Mariana Trench. Eg rokni við at djúpálur er íslendskt, íslendska greinin eitur: Maríanadjúpáll. Vinarliga EileenSanda 2. jan 2012 kl. 23:45 (UTC)Reply

Return to "Hav" page.