Kjak:Grønland

Active discussions

Hugleingar um segregasjón og integratión í GrønlandiEdit

1999-2004: Hugleingar um segregasjón og integratión í Grønlandi. Rói Eliasen


Teir størstu býirnir í Grønlandi eru Nuuk og Sisimiut. Í Sisimiut eru 56 virkið í dag. Her eiga danir helvtina og kalaallit hina helvtina av vinnuvirkseminum. Tað áhugaverda í hesum sambandi er, at fleri av teimum entreprenørum sum virka har, komu sum vanlig verkafólk til býin í 60´unum og 70´unum og blivu verandi.Hesi donsku verkafólk hava í stóran mun tann hugbur tey høvdu við sær tá tey komu til landið. Eisini til arbeiðsmentanina hjá teimum lokalu. Eg hoyrdi til dømis ein dagin um, at tað var settur ein nýggjur danskur stjóri í íbúðarfyrisitingini INI, í Sisimiut. Eitt tað fyrsta hann setti í verk var at tað bert skuldi tosast danskt á skrivstovunum. Tað gekk stutt tíð, so var hann settur úr starvið. Í Sisimiut eru fólk annaleiðis enn í Nuuk. Her er slogani, "Sisimiut er tað veruliga Grønland". Annaleiðis er í Nuuk. Har er stórsti parturin av fyrisitingini og har fyrisitingarmálið - í stóran mun - danskt. Í Sisimiut snobbar fólk til tann grønlendska hugsunnarháttin. Í nuuk verður snobba til tað danska. Paralellir kunnu kanska takast millum við Tórshavn og Klakksvík, fyri 50 árum síðani? Føroyingur í Grønlandi Tá íð tú kemur í prát við fólk á gøtuni og tú sigur at tú ert føroyingur, so er verður tú møttur við stórum áhuga. Og spurt verður "kennir tú tey og tey". Kanska einamest av grønlendskum sjófólki.Ein stórur partur av føroyskum monnum um tey 60 og eldri hava jú virka her. Eisini nú, við skipun hjá Royal Greenland og øðrum við. Tað stóra stríðið. Ein stórur trupuleiki í grønlandi er í samband við yvirtøkur frá tí donsku stjórnini til heimastýrið. Man hevur líkasum ikki haft lokal fólk til at taka sær av málsumráðunum. Soleiðis hevur leiðslan "importera" arbeiðskraft frá Danmark, teir sokkallaðu "summargestirnir". Sum dømi kann nevnast, at 50 % av magistarunum, sum verða settir í heimastýrinum rýma innan tvey ár eru runnin av starvstíðinið. Innan heilsumál, herundir í sambandið við setan av læknum, hevur man hugtakið, "BMW-tre-måneder-luxus-sommergæster, med speciale í knoglerester". Hettar gerð millum annað, at tað er vónleyst at skapa eina kompetancu lokalt og eina serliga fyrisitingarsiðvenju í Grønlandi, sum passar til júst hettar samfelag. Somuleiðis verða lógir og reglar annars margfaldaðir frá teimum donsku, sum vit kenna ofta frá Føroyum, tó við fyrisitingarmentan, sum krevur ein dialog í samband við administratiónina við fólkið, við tillagan eftir serligum lokalum viðurskiftum. "Puha". Hettar hevur fyrisitingin at stríðast við, sum ofta kann verða trupult, av tí at man centralt ikki veit hvør - í løtuni - situr við hvørjum málsøki. Politikkurin og fyrisitingin. Í løtuni takast teir grønlendsku politikkarnir við vanligan býtingarpolitik av teimum krónum sum verða lagdir á borið til hvørja fíggjarlóg. Trýggjar milliardir krónur koma, sum ein blokkur til driftina av samfelagnum. Her eru bert fáir flokkar. Tveir buldrasligir leysgangara eru, Per Berhelsen og Otto Stenholdt. Tann einasta sjónliga andstøða! Per Berthelsen hevur nú samla undirskriftir til næsta væl. Flokkurin eitur Demokratarnir. Otto Stenholdt hevur ikki verið í hitanum hjá Attasut í longri tíð og frýggjar ymsastaðni í løtuni og gongur heilt leysur, sum ein góður "brundur". Hevur jú í ca. 20-30 ár siti í fólkatinginum og kann verða ein trupuleiki fyri fleiri flokkar til tíðir. Dugnaliður orðatorur, sigst. Kvinnuflokkurin savnar enn einaferð eisini undirskriftir saman. Nógv av fyrisitingi av blokkinum og restini av fíggjarlóginið verður klára lokalt í kommunum. Tað sociala er delegera og verður fyrisitið lokalt í bygdum og býum. Partar av skúlaøkinum er lagt út til kommunar at fyrisita í tí dagliga. Tí hevur kommunufelagið Kannukoka fingið eina serstakað støðu í samband við tann førda landspolitikkin. Og hava tí fingi sína ávirkan í samband við fíggjarlógarviðgerðirnar. Gamli ríkisumboðsmaðurin er farin frá og við pensión. Dugnaligur maður.Hevur verið ambassadørur fyri tí sitandi donsku stjørnina. Virkaði fyri heimastýrinum í Grønlandi. Og hevur síðan rapportera hvat hendur lokalt, upp á "sín máta". Mentan annars Tað er tó ongantíð skriva so nógv sum um eitt so líti samfelag og um so fá fólk. Nógvar ymiskar akademiskar fjarðar eru komnar í hættin á meginlandinum, eftir at fólk hava hugt eftir teimum myrkhærdu í bygdunum. Hettar var tó bara gott, tí inuittarnir fingu teirra skriftmál, langt áðrenn vit føroyingar fingu okkara. Fyrr í tíðini var tað soleiðis, at tað var neyðugt at læra málið, tí annars varð einki samskifti við borgaran. Og nógvir av teimum, sum vóru sendir upp til grønlands í kolonitíðini vóru eisini ungir, frívilligir, hugsingarsamir menn, sum gjørdu sær ómak. Men sjálvandi var hissini idiotar inn í millum, sum ikki brúktu oyrini og eyguni. Hettar var fólkið vitni til í 50-60-70´unum. Tað vóru ov nógvir aðrastaðni frá, í einum. Fleiri túsund. Eisini føroyingar. Verulig mentan í arctis Tað verður nógv skorið í bleytt grót og í bein av monnum. Eisini eru kvinnunnar sera dugnaligar við at virkað til, av kópaskinni.Farvusamansetingin er, sum inuit hava allastaðni í arctis. Eru ógvuliga glað fyri farvir, uttan nakað av teimum teir serligu europeisku farvustrukturunum. Tí hava arkitektarnir fylgt við, og hava farva tey nýggjaru húsini við - eftir norðurlendskari mentan - sera serstakum farvum. Millum annað kanst tí sýggja, ein av teimum nýggju blokkunum sum ljósareyðan og ein við síðuna av djúpt reyðan. Samstundis er kavin jú hvítur, næstan alt ári. Hundratals hundar rópa og ýla døgnið runt - í miðgrønlandi, uttanfyri býlingin. Tónleikurin er nakað eg havi fingist við sum ítriv, síðan barn. Á ymsum støðum á meginlandinum, eisini sum starv. Og í Grønlandi til tíðir. Men europeisk mentan virkar ikki her. Tí inuit-mentannin er annaleiðis og meira musikalsk og spontan, enn tann europeiska. Vit hava okkara mentan um hvat er rætt og skeivt og hvat er flott, pent og "doyligt" . Inuittar hava ikki hesa áskoðan.

Hvat er hetta? uackor 14. jun 2005 kl. 19:46 (UTC)
Return to "Grønland" page.