Kjak:Føroyingasøga
Eg haldi, at tað er skeivt, at heitið 'Føroyingasøga' er í einum. Heitið merkir bara 'søga føroyinga' (føroyingur: hvørsfall, óbundið). Hetta er ikki Føroyingasøgan, hetta er søga føroyinga/føroyinga søga. Okkara søga/søga okkara ikki Okkarasøga. Hans Andriasar søga ikki Hansandriasarsøga(n). Á upprunamálinum eitur savnið færeyinga saga. Eg veit ikki hvør hevur funnið uppá at seta orðini saman. Eg havi sæð tað fleiristaðni, men eg haldi kortini, at tað er skeivt. (Skrivaði brúkarin Hannsjálvur hin 22. apríl 2015).
- Hey Hannsjálvur. Um tú trýstir á "Vís søgu", so sært tú, at greinin bleiv upprættað í 2005 sum Føroyina søga av týska brúkaranum Arne List. Í 2007 flutti føroyski brúkarin Quackor síðuna til Føroyingasøga. Eg skal flyta hana aftur til upprunaheitið Føroyinga søga. Greinin snýr seg um bókina (saga'ina ella søguna) sum varð skrivað í Íslandi í Víkingatíðini, enska greinin eitur Færeyinga saga. Minst til at trýsta á ~~~~ (tú finnur tað beint undir har ið tú goymir síðuna), tá ið tú skrivar á eina kjaksíðu, soleiðis at onnur kunnu síggja, hvør ið hevur skrivað innleggið. Hasi teknini verða gjørd um til títt brúkaranavn og tíðspunktið fyri nær ið tú skrivaði tað. Vinarlig heilsan EileenSanda (kjak) 21. apr 2015 kl. 23:30 (UTC)
- Hey aftur. Nú hugdi eg eftir, hvat ið Sprotin sigur. Sambært Sprotanum, kann man gott siga "Føroyingasøga" í einum orði: "Føroyingasøga (søg.) elsta søga føroyinga (fevnir um tíðarskeiðið frá landnámi o.u. 800 til o.u. 1050, skrivað í Íslandi um 1200), ~ sigur t.d. frá viðurskiftum millum høvdingarnar báðar Sigmund og Trónd; eis. Tróndarbók".
- Eg veit ikki, hvat ið er rættast, men nú er síðan so flutt til "Føroyinga søga". Vh. EileenSanda (kjak) 21. apr 2015 kl. 23:46 (UTC)