Hví kemur CTD fram tá ein skriva "føroysk sjúka"? rætta

"Føroysk sjúka" og CTD eru ikki tað sama. Eftir sum CTD staðfestis í rættiliga stórum høpi aðrastaðni (í túsundatali), kann CTD ikki kallast "føroysk sjúka". Sum Ulrike Steuerwald sjálv hevur sagt, er tann "føroyska sjúkan" ein sjúka sum enn ikki er funnin/greidd frá aðrastaðni enn í Føroyum, sum er grundin til at hon kallaði hana tað - sjúkan hevði onki navn. Lemonz (talk) 13. jul 2012 kl. 05:17 (UTC)Reply

Tú hevur púra rætt í hasum, hatta má rættast, eg kann gera tað, men ikki í kvøld. Eg havi rættað tað á tí donsku Wikipediuni, sá at tú eisini hevur gjørt vart við feilin fyri langari tíð síðan, men onki er hent. Tað er tó ikki lætt at finna nakrar keldur til føroysku sjúkuna. Veitst tú um hvar ein kann lesa meira um sjúkuna? Eg fann tvær keldur meini eg, eina grein sum Ulrike Steurwald hevur skrivað og eina á politiken.dk. EileenSanda (talk) 18. aug 2014 kl. 22:56 (UTC)Reply
Return to "CTD" page.