Land: Jamaika
Grundað: 1693
Borgmeistari: Delroy Williams
Vídd: 453 km²
Íbúgvar (2001): 651 880
fyri km²: 1,439/km²
Mál: Enskt
Tíðarzona: UTC -5

Kingston, høvuðsstaðurin og týdningarmesti havnabýurin í Jamaika, er ein av størstu býum í Karibia. Bretar grundaðu býin (1693), sum vaks skjótt og gjørdist týðandi útflutningshavn, og haðan var nógv sukur flutt til Evropa. Í 1907 fór býurin illa í jarðskjálvta. Hann varð bygdur upp aftur, og har eru nú nýmótans gistingarhús, bankar og handilshús. Í vestara parti í býnum eru ovfólkaðir fátækrabýlingar. Har er nógvur harðskapur, og javnan er politiskur ófriður ella stríð ímillum drøgghandlarar.

Sí eisini

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið