Kattúla (frøðiheiti - Asio otus) er størri enn lomvigi. Hon er sprøklut av gulum og dimmbrúnum. Eyguni eru gul og stór sum kettueygur. Tá ið tær lurta eftir onkrum, lyfta tær oyrnalokini langt upp, so tey verða lík oyrum á ferføttum dýri. Nevið er stutt sum kettusnýð, so í skortin eru tær ongum líkari enn kettu. Harafturat eru føturnir lodnir út á klørnar og meinlíkir kettulabbum. Um dagin situr hon onkustaðni, sum hon er samlitt við landið, og so ikki góð at fáa eyga á. Krákur eru ofta eftir henni, men so fim er hon at kasta sær í flognum, at tær fáa einki gjørt henni. Áður kom hon ikki so sjáldan til Føroyar, nú er langt ímillum, at hon sæst.[1]

Kattúla

Støða

Minst stúrin
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Aves
Hópur: Strigiformes
Ætt: Strigidae
Slekt: Asio
Slag: A. otus
Asio otus otus

Sí eisini

rætta
  1. Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið