Kangerluaarsuk Ungalleq
Kangerluaarsuk Ungalleq liggur nakað norðanfyri Sisimiut í Grønlandi. Í 2008 var ein stórur eldur í goymslu- og verkstaðarbygningum hjá íslendsku fyritøkuni Ístak, ið var í ferð við at byggja eitt vatnorkuverk á staðnum. Maskinur og generatorar fyri fleiri milliónir fór fyri skeyti. Ongin persónur kom til skaða undir eldinum. Eftir ætlan skuldi vatnorkuverkið standa liðugt í 2010.[1] Eldurin seinkaði tó ikki byggingini. Hin 29. september 2009 skrivaði KNR, at arbeiði gekk skjótari enn væntað, og at teir nú løgdu síðstu hond á arbeiði. Vatnorkuverkið kom at kosta umleið 500 milliónir. Olja fór at vera spard fyri fleiri milliónir um árið. Vatnorkuverkið er tað næststørsta í Grønlandi og veitir steym til býin Sisimiut.[2]