Nema
(Ávíst frá Kall)
Nema er partafelag, ið bjóðar fjarskiftistænastur í Føroyum. Tá fyritøkan varð stovnað nevndist hon Kall. Fyrsti stjórin í Kall var Bjarni A. Bjarnason. Verandi stjóri er Gudny Langgaard.[1] Vodafone var høvuðsstuðul hjá bestu føroysku fótbóltsdeildini hjá monnum í trý ár, frá 2008 til og við 2011. Deildin var tá nevnd Vodafonedeildin.[2]
Søga
rættaEftir at Føroya Løgting hevði avtikið einkarættin á fjarskiftisøkinum í 1999, kundu onnur koma inn á marknaðin og kappast við táverandi Telefonverk Føroya Løgting (nú Føroya Tele).
Kall varð stovnað summarið 1999 av Ólavi Ellefsen, Ólavi Gregersen, Jónsveini Joensen og Terja Durhuus[3].
- Í juni 2000 komu fíggjarligir íleggjarar uppí Kall, harímillum Framtaksgrunnur Føroya.
- Í juli 2005 seldu nakrir av táverandi eigarum av Kall - Framtaksgrunnur Føroya og Notio - sín partapening til Vodafone Ísland. Felagið kom soleiðis at eiga 82,1% av felagnum. Kall er nú dóttirfelag hjá Vodafone Ísland. Tað er íslendska felagið Dagsbrún, ið eigur Vodafone Ísland.
- Í apríl 2006 stovnaðu Kall og Elektron felag, ið skuldi bjóða føroyingum breiðband. Felagið kallaðist P/F Føroya Breiðband og fekk seinni navnið EITT. Í mars 2007 yvirtók Kall partapeningin hjá Elektron í EITT.
Keldur
rætta- ↑ "Vodafone.fo, Bygnaður". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-04-19. https://web.archive.org/web/20120419181718/https://www.vodafone.fo/um-vodafone/virkislysing/bygnadur/. Heintað 2012-01-05.
- ↑ Sudurras.info, Vodafonedeildin farin í søguna
- ↑ https://www.vodafone.fo/Default.aspx?pageid=37 Archived 2011-08-11 at the Wayback Machine Virkislýsing av Vodafone
- Heimasíðan hjá Hey
- Grein um Kall á Portalinum [1]
- Grein um Kall á Portalinum [2]
- Grein um Kall á Portalinum [3]