Lat upp høvuðsmeny

Kaj Leo í Bartalsstovu (føddur 23. juni 1991) er ein føroyskur fótbóltsleikari, ið spælir sum miðvallaleikari fyri føroyska landsliðið og íslendska felagið ÍBV. Í 2016 spældi hann við rumenska Liga 1 felagnum Dinamo București frá februar til mai 2016 og síðan við FH Hafnarfjörður seinnu helvt av árinum.

Kaj Leo í Bartalsstovu
Kaj Leo í Bartalsstovu 2012.JPG
Kaj Leo í Bartalsstovu í 2012
Persónlig kunning
Fult navnKaj Leo í Bartalsstovu
Føðingardagur (1991-06-23) 23. juni 1991 (aldur 28)[1]
FøðistaðurFøroyar
Hædd1,83m
PlássMiðvallaleikari
Kunning um feløg
Núverandi felag
ÍBV
Yrkisleið, vaksnamannafótbóltur*
ÁrFelagDystir(Mál)
2010–2014Víkingur102(23)
2014–2015Levanger45(9)
2016Dinamo București6(0)
2016-FH Hafnarfjörður1(0)
2017–ÍBV6(1)
Landslið
Føroyar U-2114(0)
2013–Føroyar9(0)
* Senior club appearances and goals counted for the domestic league only and correct as of 14. oktober 2017.

† Dystir (Mál).

‡ Landsliðsdystir- og mál eru røtt og dagførd pr. 14. oktober 2017

FótbóltsyrkisleiðRætta

Kaj Leo byrjaði sína yrkisleið sum fótbóltsleikari í Víkingini í 2008, og spældi við felagnum til 2013, tá hevði hann spælt 102 landskappingardystir við besta liðnum hjá Víkingi.[2] Í 2014 gjørdi hann sáttmála við norska felagið Levanger FK, ið spælir í 1. deild í Noregi.

Síðst í januar 2016 fór hann til Rumenia fyri samráðast um sáttmála við felagið Dinamo București.[3] Sáttmalin varð undirskrivaður 1. februar 2016 og var fyri 1,5 ár. Kaj Leo gjørdist harvið fyrsti føroyingur, ið hevur spælt yrkisfótbólt í Rumenia.[4][5] Hann spældi sín fyrsta dyst fyri Dinamo Bukarest 14. februar 2016 í einum 1-0 sigri móti FC Botosani. Hann varð skiftur inn eftir 56 minuttir.[6]

KeldurRætta