Juvénal Habyarimana

Juvénal Habyarimana (føddur 8. mars 1937, deyður 6. apríl 1994) var heryvirmaður og forseti í Rwanda.

J. Habyarimana í 1980.

Forsetin var upprunaliga generalmajorur í herinum, men hann hevði gjørt kvett í 1973 og síðan stýrdi hann landinum sum einaræðisharri.

Habyarimana varð myrður tann 6. apríl í 1994. Flogfarið við táverandi forsetanum varð skotið niður av tveimum rakettum, júst sum tað skuldi seta seg á flogvøllinum í Kigali.[1][2] Deyði forsetans var startskotið til fólkadrápið í Rwanda, ið byrjaði dagin eftir. Í umleið 100 dagar vórðu meira enn 800.000 fólk dripin.

Slóðir úteftir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur

rætta