Julia Timosjenko
Julia Timosjenko (ukreinskt Ю́лія Володи́мирівна Тимоше́нко) hevur í tveimum umførum verið forsætisráðharri í Ukreina; 24. januar 2005 til 8. september 2005 og 18. desember 2007 til 4. mars 2010. Í 2010 stillaði hon eisini upp til forsetavalið í landinum, men tapti tepurt til Viktor Janukovitsj. Hon var í oktober 2011 dømd til sjey ára fongsul fyri maktmisnýtslu í sambandi við eina gassavtalu hon gjørdi við Russland. Timosjenko hevur sitið fongslað síðani 2011, og verður mett at vera høvuðsmótstøðupolitikkarin hjá forsetanum Viktor Janukovitj. Hon varð leyslatin úr fongsli í februar mánað 2014. Tað eru broytingar í revsilógini sum eru samtyktar. Og tað eru hesar broytingar sum slóða fyri at Timosjenko verður leyslatin. Atkvøðugreiðslan var send beinleiðis í ukrainska sjónvarpinum. Timosjenko var ein av leiðarunum fyri oransjurevolusjónini í 2004.