Judy Collins
Judy Marjorie Collins (fødd 1. mai 1939 í Seattle, Washington) er ein amerikonsk songkvinna, sangskrivari og tónleikari.[1]
Hon byrjaði at syngja alment sum 20 ára gomul í 1959. Millum hennara kendastu sangir eru "Both Sides, Now" frá 1967, sum Joni Mitchell hevur skrivað, og so "Send In the Clowns" frá 1975, sum Stephen Sondheim hevur skrivað.
Judy Collins hevur verið í uppskoti til Grammy-virðisløn seks ferðir og hevur vunnið eina Grammy-virðisløn í 1969 fyri sangin "Both Sides, Now".[2]
Slóðir úteftir
rætta- Heimasíða: judycollins.com (enskt)
- Ævisøga: Judy Collins (enskt)
Keldur
rætta- ↑ Judy Collins, imdb.com
- ↑ Grammy Awards 1969, awardsandshows.com