José Pereira de Abreu Júnior (føddur 24. mai 1944 í Santa Rita do Passa Quatro) er sjónleikari úr Brasil. Hann flutti til høvuðsstaðin sum 14-ára gamal. Seinni fór hann at lesa løgfrøði. Í 1967 spældi hann við í 3 sjónleikum, og árið eftir spældi hann í einum filmi, men síðan náddi hann ikki meira júst tá, tí hann varð noyddur til at rýma úr landinum og búði í útlegd í Evropa frá1968 til 1974. Orsøkin til at hann noyddist at fara í útlegd var, at hann hevði verið virkin politiskt á vinstravonginum.[1]

José de Abreu

Abreu varð handtikin undir einum fundi hjá União Nacional dos Estudantes, ið hoyrdi til Ação Popular og stuðlaði Vanguarda Armada Revolucionária Palmares, ið var ein vinstrasinnaður bólkur, ið stríddist móti hernaðarstýrinum í landinum. Hann gjørdist eisini partur av hippie rørsluni hetta tíðarskeiði.

Í 2011 spældi hann Milton í skemtirøðini Insensato Coração og í 2012, spældi hann Nilo í Avenida Brasil.


Keldur

rætta