Jon Hestoy er ein fyrrverandi elitusvimjari av Tvøroyri og stjóri á Føroyaprent. Hann er fyrrverandi formaður í Svimjisambandi Føroya. Jon var besti føroyski svimjarin, tá hann svam sum ungur. Hann gjørdi seg eisini bemerktan á skemtiligan hátt, eitt nú við at seta tvey óalmenn donsk met, tað eina við at eta so nógvir fløtabollar sum møguligt uppá akrir minuttir, og eitt annað met í at svimja longst í 24 tímar. Einaferð hevði hann meldað seg til DM í 1500 m frí, men ístaðin fyri at svimja frísvimjing, so svam hann firvaldasvimjing allan teinin.[1]

Jon Hestoy
er eitt menniskja
Dátuheiti

Familja

rætta

Synir hansara, Bartal Hestoy og Dánjal Hestoy, eru eisini svimjarar. Dánjal vann 4 heiðursmerki í liðkappingum á Oyggjaleikunum á Isle of Wight 2011.[2] Bartal hevur eitt sett føroysk met á svimjistevnum í Íslandi í 2013 og vunnið gull heiðursmerki.[3] Bróðir og systir Jon, Heine Hestoy og Ingrid Hestoy eru rithøvundar.[4]

Keldur

rætta
  1. Politiken.dk
  2. Natwestiowresults2011.com
  3. Svimjing.com
  4. bokhandil.fo - Heine Hestoy