Jonathan Stephen "John" Goodman (føddur 20. juni 1952) er amerikanskur sjónleikari, sum hevur spælt á palli, í filmum og sjónvarpsrøðum, og raddaleikari (leikari, sum leggur røddir til teknifilmar, animatiónsfilmar, videospøl og líknandi). Hann er best kendur fyri sín leiklut sum Dan Conner í sjónvarpsrøðini Roseanne (1988–1997) sum hann vann eina Golden Globe Award fyri í bólkinum Golden Globe Award for Best Actor – Television Series Musical or Comedy, tað var í 1993. Í 2001 legði hann rødd til Sulley í Disney/Pixar filminum Monsters, Inc.

John Goodman
John Goodman 2014.jpg
er eitt menniskja
Fødd(ur) 20. jun 1952 í/á St. Louis
Alma mater Missouri State University
Starv filmframleiðari, sjónvarpsleikari, filmsleikari, skemtari, raddaleikari, sangari, sjónleikari á palli, sjónleikari
Politiskur flokkur Demokratiski Flokkurin
Mál Enskt mál
Dátuheiti
ISNI 0000 0001 1839 232X
VIAF 100873875
LCAuth n94017747
IMDB nm0000422
Commons John Goodman