John Ford (f. 1. februar 1894 – 31. august 1973) var amerikanskur filmleikstjóri og víðagitin fyri westernfilmar sum t.d. Stageoach (1939) og Jagstrarin (upprunatittul: "The Searchers") og fyri at filma klassiskar amerikanskar skaldsøgur frá 20. øld, t.d. Vreiðinnar drúvur (upprunatittul: "The Grapes of Wrath"). Hann fekk fýra Oscars sum besti leikstjóri. Hansara filmsstílur hevur havt stóra ávirkan á aðrar leikstjórar, og eitt nú Ingmar Bergman og Orson Welles hava rópt hann mætasta leikstjóra nakrantíð. Tá ið Orson Welles varð spurdur, hvussu hann hevði lært at gera film, segði hann: "av teimum gomlu meistarunum, og við hesum meini eg John Ford, John Ford og John Ford." Ford hevur hevur eisini ávirkað so ólikar leikstjórar sum Akira Kurosawa, Steven Spielberg, Martin Scorsese, Sam Peckinpah, Sergio Leone og Jean-Luc Godard. Við Cheyenne Autumn (Warner Bros., 1964) bað John Ford vestri farvæl, og hesin filmurin segði hann alment var eitt harmaljóð um indianararnar í USA.