Johannes Brahms
Johannes Brahms (Týskt: [joˈhanəs ˈbʁaːms]; føddur 7. mai 1833, deyður 3. apríl 1897) var týskt tónaskald og pianistur í romantiska tíðarskeiðnum. Hann varð føddur í Hamburg í einari lutherskari familju. Stóran part av arbeiðslívinum búði hann í Wien, Eysturríki. Hann verður ofta bólkaður saman við Johann Sebastian Bach og Ludwig van Beethoven sum ein av teimum trimum B'unum innan tónleik, ein viðmering, ið upprunlaiga kom frá tónaskaldinum Hans von Bülow í 19. øld.
Brahms komponeraði til symfoniorkestur, kamar-samanspæl, orgul, rødd og kór. Hann arbeiddi saman við teimum fremstu tónleikarunum í hansara samtíð, teirra millum við pianistinum Clara Schumann og violinistinum Joseph Joachim, tey trý vóru góð vinfólk. Brahms var perfektionist og oyðilegði tí summi av verkum sínum og onnur vóru ikki útgivin.