Johan Hendrik Schrøter

Johan Hendrik Schrøter (13. februar 1842 í Trongisvági - 16. apríl 1911 í Tórshavn) var keypmaður, bóndi og sýslumaður. Hann varð borin í heim í Havn í 1771, har faðirin, sum var av týskari ætt, var lækni. Schrøter gekk í Havnar latínskúla árini frá 1784 til 1790 og leitaði sær síðan til Danmarkar at fáa víðari útbúgving; hann varð studentur í 1791 og tók gudfrøðisprógv við Lærda háskúlan í 1796.

Johan Hendrik Schrøter
Folketingsmand Johan Hendrik Schrøter.jpg
er eitt menniskja
Fødd(ur) 13. feb 1842 í/á Trongisvágur
Andaðist 16. apr 1911 í/á Tórshavn
Starv politikari, general dealer, bóndi, sýslumaður
Politiskur flokkur Venstre
Dátuheiti

Frá 1797 verður hann settur sum hjálparprestur í Suðuroy, og frá 1804 situr hann sum sóknarprestur fyri oynna við sæti í Leirum í Hvalba.

Aftan á at hann hevði lagt starvið frá sær, búði hann í fýra ár suðuri í Vági, flutti so í 1828 til Havnar at búgva, og her búði hann til deyðadags í 1851.

Schrøter fekst við at savna og skriva upp kvæði sagnir. Hann var fyrsti føroyingur, sum setti sær fyri at týða Bíbliuna til føroyskt.