James Albert "Jim" Varney, Jr. (føddur 1949, deyður 10. februar 2000) var ein amerikanskur sjónleikari, skemtari, tónleikari, raddarleikari og rithøvundur. Hann gjørdist m.a. kendur fyri sín leiklut sum Ernest P. Worrell, sum bleiv brúktur í nógvum sjónvarps lýsingarátøkum og filmum í nøkur ár, á tann hátt gjørdist Varney heimskendur. Hann gjørdist eisini kendur fyri sín leiklut sum Jed Clampett í 1993 films versjónini av The Beverly Hillbillies. Varney hevur eisini lagt rødd til leikutoyshundin Slinky í animatiónsfilminum hjá Disney, sum eitur Toy Story.

Keldur rætta


Slóðir úteftir rætta