Jason Bateman (føddur 14. januar 1967 í New York) er ein amerikanskur filmsleikari, filmsleikstjóri og framleiðari, ið gjørdist kendur, tá ið hann spældi við í ymiskum tilburðarleikum (sitcoms) í 1980-árunum, sum t.d. Silver Spoons og The Hogan Family. Í 2000-árunum spældi hann leiklutin sum Michael Bluth í sjónvarpsrøðini Arrested Development, ið hann vann eina TV Land Award, Satellite Award og eina Golden Globe virðisløn fyri. Eftir hetta hevur hann harumframt spælt við í fleiri spælifilmum í Hollywood, eitt nú Juno (2007), Hancock (2008), Up in the Air (2009), The Switch (2010), Horrible Bosses (2011), Paul (2011), The Change-Up (2011), Identity Thief (2013), Bad Words (2014), Horrible Bosses 2 (2014), The Gift (2015) og Zootopia (2016).

Jason Bateman
Fødd(ur) Jason Kent Bateman
(1969-01-14) 14. januar 1969 (aldur 55)
Rye, New York, U.S.
Starv Filmsleikari
Virkin ár 1981–nú
Hjúnafelagi(ar) Amanda Anka (g. 2001)

Familja rætta

Jason Beteman er yngri beiggi sjónleikarinnuna Justine Bateman. Hann og Amanda Anka vórðu gift í juli 2001. Tey eiga tvær døtur: Francesca Nora (fødd í 2006) og Maple Sylvie (fødd í 2012).[1] Amanda Anka er dóttir sangaran Paul Anka.

Keldur rætta

  1. "Jason Bateman Welcomes Daughter Maple Sylvia". (February 16, 2012). People.
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið