Jan Rasmussen
Jan Rasmussen er ein føroyskur lækni, granskari, ph.d lesandi á Medisinska Deplinum á Landssjúkrahúsinum, tónleikari, sangari og sangskrivari. Hann er útbúgvin sum lækni frá Københavns Universitet. Hann hevur granskað í CTD sjúkuni, ið er serliga vanlig í Føroyum.[1] Í mai 2012 varð ein grein um CTD í Føroyum almannakunngjørd í altjóða viðurkenda vísindaliga tíðarritinum Journal of inherited metabolic disease. Tað vóru Jan og Høgni Djurhuus, yvirlækni á Bráðdeplinum á Landssjúkrahúsinum, saman við starvsfeløgum í Keypmannahavn hava skrivað greinina, sum hevur heitið: ”Primary carnitine deficiency and pivalic acid exposure causing encephalopathy and fatal cardiac events”.[2]
Sum tónleikari hevur Jan serliga verið virkin í bólkinum Analog Norð, sum hevur útgivið eina fløgu í 2009 og væntandi gevur út aðru fløguni í 2014. Tónleikurin ið hann ger er elektroniskur popptónleikur. Hann ger tað mesta sjálvur, framleiðir, spælir og programmerar, men til konsertir hevur hann aðrar tónleikarar afturat sær.
Tónleikaútgávur
rættaVið Analog Norð
rættaAlbum
rætta- Friendly Fire, 2009
Stakløg, útgivin á internetinum
rætta- China Girl[3]
- In Pieces
- The High Road, feat. Alvilda
- Raw
- Old School
Heiður
rætta- 2009 - Analog Norð varð tilnevndur Planet Awards 2009 í bólkinum Ársins nýggi bólkur/einstaklingur