J.K. Rowling
Joanne Rowling, betur kend sum J.K. Rowling[a] (fødd 31. juli 1965 í Yate, Gloucestershire) er enskur rithøvundur.
Rowling vaks upp í Gloucestershire, fyrst i Winterbourne í nøkur ár og seinni í Tutshill, nærindis Chepstow í Monmouthshire. Hon las franskt og bókmentir á lærda háskúlanum í Exeter. Seinni flutti hon til London og arbeiddi hjá Amnesty International og fór síðan til Portugáls at undirvísa í enskum. Eftir hetta búsetti hon seg í Edinburgh.
Hon fekk hugskotið til Harry Potter í einum toki millum Manchester og Kings Cross í London. Hon skundaði sær til hús og skrivaði hugskotini niður, og næstu fimm árini arbeiddi hon við at finna uppá søgur um Harry Potter.
Handritið til fyrstu bókina Harry Potter og Vitramannasteinurin varð liðugt í 1995 og varð sent til 12 forløg, sum øll takkaðu nei. Eitt ár seinni játtaði forlagið Bloomsbury at geva handritið út og tað var serliga tí, at átta ára gamla Alice Newton, ið var dóttir formannin á forlagnum, fekk fyrsta part av handritinum at lesa og beinanvegin bað um at sleppa at lesa meira. Tað, ið síðan hendi, er ein viðgangssøga. J. K. Rowling gjørdist kend um allan heim, bøkurnar um Harry Potter selja sum heitt breyð, filmar eru gjørdir, spøl og onnur vøra við Harry Potter vørumerki á verður selt um allan heim. Sjálv er hon ein av ríkastu kvinnum í heiminum, allar bøkurnar hava sligið met á sølulistum. Tann sætta bókin, Harry Potter og Hálvblóðsprinsurin seldi fleiri entøk í eitt døgn enn Da Vinci Code í eitt ár.
Sjeynda bókin um Harry Potter kom út á enskum 21. juli í 2007, tað er eisini seinasta bókin um Harry.
Viðmerkingar
rætta- ↑ Bókstavurin "K" stendur fyri dulnevnið "Kathleen".