Jørn Loftager
Jørn Loftager er ein danskur stjórnmálarfrøðingur. Kendur fyri sítt sjónarhorn í sínari ritgerð "Demokratisk journalistik mellem politisk magt og afmagt", har hann førir fram, hvussu tíðindajournalistikkur kann hava eina keðiliga avleiðing á fólkaræðið.
Tað, sum er keðiligt, er, at tíðindajournalistikkur hevur lyndið til at fokusera uppá mannagongdir ístaðinfyri avleiðingar. Hetta hevur við sær, at politikarar gera meiri burturúr, hvussu teir verða viðgjørdir sjálvir, heldur enn at gera meiri burtur úr politikkinum. Tað er populistiskt. Harvið viknar grundarlagið hjá almenninginum fyri støðutakan. Tað skal vera ein fjølmentur tíðindadekningur, sum lýsir eitt evni frá øllum síðum, og tað skal vera eitt alment kjak. Tess fleri fjølmiðlar eru, tess meiri av veruleikanum fáa fólk kunning um. Ein møgulig hóttan er tær stóru konsernurnar, sum uppkeypa fjølmiðlar, harvið veksur vandin fyri einsíðis tíðindaflutningi.