Jóhanna á Bergi (fødd í 1970) er ein føroysk vinnulívskvinna. Í juni 2015 varð hon sett í starv sum stjóri fyri Atlantic Airways og skuldi byrja í starvinum í seinasta lagi 1. september 2015. Hon skrivaði søgu, tá ið hon gjørdist stjóri í Atlantic Airways, tí hon gjørdist tá fyrsta kvinnan, ið hevur verið forstjóri í einum norðurlendskum flogfelag.[1] Hon var stjóri á føroysku/íslendsku fyritøkuni Faroe Ship frá mai 2006 til 2015.

Jóhanna á Bergi
er eitt menniskja
Fødd(ur) 1970
Alma mater The Robert Gordon University
Starv fótbóltsleikari, vinnulívsfólk
Dátuheiti
Commons Jóhanna á Bergi

Jóhanna hevur nomið sær útbúgving á Den Danske Eksportskole í Herning og hevur MSc-prógv í virkisleiðslu frá Robert Gordon universitetinum í Skotlandi. Hon gjørdist stjóri í samanløgdu fyritøkuni í 2006. Faroe Ship er úrslit av samanlegging av føroysku fyritøkuni Skipafelagið Føroyar, sum varð stovnað í 1919 og Eimskipafélag Íslands (Eimskip), sum varð stovnað í 1914. Feløgini løgdu saman í eitt felag í 2004.[2] Áðrenn Jóhanna gjørdist stjóri á Faroe Ship hevði hon starvast sum sølustjóri hjá JFK frá 1998 til 2006[3] og sølustjóri hjá P/F Kósini og søluleiðari hjá Faroe Seafood í Fraklandi. Í 2006 var hon eisini forkvinna í nevndini fyri Føroya Handilsskúla.[4] Jóhanna er í løtuni (2014) einasta kvinnan í nevndini í Føroya Arbeiðsgevarafelag.[5]

Jóhanna er eisini fyrrverandi fótbóltsleikari. Hon spældi við B36 frá 1991 til 1994 og við frá 1998 til 2000. Hon hevur fyrr havt eftirnavnið Vang.[6]

Í januar 2014 fekk Jóhanna heiðurin sum Ársins leiðari í privata vinnulívinum.[7] Tveir aðrir leiðarar vóru í uppskoti til at fáa heiðurin, teir vóru Eirikur Lindenskov, stjóri í Miðlahúsinum, og Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord.[8]

Heiður rætta

  • Ársins leiðari 2014

Keldur rætta

  1. kvf.fo, Jóhanna á Bergi skrivar norðurlendska søgu.
  2. "Eimskip.fo, ABOUT FAROE SHIP". http://eimskip.is/fo/About/default.html. Heintað 2014-02-07. 
  3. Linkedin.com
  4. Kvinna.fo[deyð leinkja]
  5. Industry.fo[deyð leinkja]
  6. Faroesoccer.com
  7. "Synergi.fo". http://www.synergi.fo/til+lukku+til+arsins+leidarar+2014.html. Heintað 2014-02-07. 
  8. "in.fo, Annika og Johanna eru ársins leiðarar". http://www.in.fo/news-detail/news/annika-og-johanna-eru-arsins-leidarar/. Heintað 2014-02-07.