Jóan Poulsen
Joen Poulsen var føddur í Svínáum. Hann tók læraraprógv í 1876 og starvaðist sum lærari í Sjóvar sókn. Hann var virkin á mongum økjum, m.a. var hann ein av stovnarum Føroya Lærarafelags og sat á løgtingi frá 1883 til 1928, eftir 1906 fyri Sambandsflokkin. Hann skrivaði fyrstu føroysku bíbliusøguna, eins og hann var uppi í at skriva fyrstu føroysku stavingarbókina. Brotið um Jósef og brøðurnar er úr „Bíbilsøgu,“ ið var fyrsta bíbliusøgan á føroyskum, sum kom út í 1900.
Jóan Poulsen | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Starv | politikari |
Dátuheiti |