Ingibjørg Hansen (fødd 10. januar 1991) er ein føroysk songkvinna úr Mikladali. Hin 6. november 2004 vann Ingibjørg, einans 13 ára gomul, sannførandi finaluna í sangkappingini "Barnaprix", sum varð hildin í Torginum í SMS. Ingibjørg gjørdist vinnari av finaluni við sanginum "Crazy" hjá Willy Nelson, og var tað eftir luttøkuna í sangkappingini, at hon byrjaði at syngja alment. Hon hevur eitt nú framført saman við Rana Nolsøe.[1]

Í 2005 innsang Ingibjørg sangin "Nevið Reyða", skrivaður av Niclasi Hera Jákupssyni, til kappróðrarbátin, Nevið Reyða, sum er áttamannafarið hjá Klaksvíkar Róðrarfelag.

Í 2006 innsang Ingibjørg kappróðrarsangin "Bestur gjørdist Klaksvíkingur" til tíggjumannafarið hjá Klaksvíkar Róðrarfelagi. Orðini til sangin, "Bestur gjørdist Klaksvíkingur", hevur Ingibjørg sjálv skrivað, og lagið hevur Alvin Ellebye Andersen smíðað.

Í 2011 kom jólafløgan "Tað lýsa stjørnur" eftir Árna Andreasen út, og á hesari fløgu syngur Ingibjørg vakra jólasangin "Á himli bleiktrar stjørnuhav í kvøld".

Í samband við at standmyndin av Kópakonuni varð avdúkað hin 1. august 2014 niðri á Storakneysa í Mikladali, sang Ingibjørg m.a. sangin ''Saknur''. [2]

Keldur rætta

  1. "Visitsandoy.fo". http://www.visitsandoy.fo/index.asp?pID=%7BD1E84A58-B194-43CF-B3CD-EAEE93D60147%7D. Heintað 2014-06-16. 

2. http://nordlysid.fo/video+rani+og+ingibjorg+framfora+i+mikladali.html Archived 2014-08-06 at the Wayback Machine